Starv sum stýrimaður hjá Navigare Shipping
Starv sum stýrimaður hjá Navigare Shipping

Stýrimann til eitt av okkara skipum
Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?
Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan • At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Ert stinn/ur í enskum bæði á skrift og í talu
• Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
· Pass
· Siglingarbók
· Heilsuváttan
· Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
· Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
· Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
· ISPS skeið A-VI/6-1
· SSO STCW STCW A-VI/6
· Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
· GMDSS (GOC)
Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur
Umsókn við CV kann sendast til jobs@navigare.fo
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Paula Højgaard, Nautical Superintendant á tlf. 203010 ella við at senda ein teldupost til: jobs@navigare.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt, ella í seinasta lagi fríggjadagin 22. septembur 2023 kl. 15.00.
Løn verður ásett eftir avtalu
Stutt um Navigare Shipping
Navigare Shipping, við rakstri av 15 skipum og uml 200 starvsfólk, er í dag eitt av størstu shipping feløgum í Føroyum, og ein týðandi aktørur innan sítt vinnuøki í altjóða høpi. Felagið hevur verið í stórum vøkstri seinnu árini, og framvegis eru nógvar spennandi verkætlanir fyri framman. Navigare Shipping varð stovnað í 1966. Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava fýra deildir, í fýra ymiskum londum, sum taka sær av virkseminum, og høvuðssætið hjá okkum er í Søldarfirði.