Starvsfólk til Bókhaldi

Starvsfólk til Bókhaldi

Bókhaldari/skrivstovufólk til Navigare Shipping

Er tú klár/ur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?

Navigare Shipping sóknast eftir einum bókhaldara ella skrivstovufólki, sum trívist við avbjóðingum og hevur hug at gerast ein týðandi partur av okkara fíggjardeild.

Arbeiðsøki:
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum bókhaldsuppgávum og fíggjararbeiði fyri bæði Navigare Shipping í Føroyum og okkara dótturfeløg uttanlands. Uppgávurnar eru skiftandi og spennandi, og tú fær høvi at seta tín dám á altjóða virksemið.


 

Førleikar, vit leita eftir:

Útbúgving innan skrivstovuarbeiði, fyrisiting ella annað líknandi.

Góðan KT-førleika, serliga við royndum í Dynamics NAV og Office 365.

Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum.


 

Persónligir eginleikar, vit vænta:

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi.

Tú ert fyrikomandi, væl skipað/ur og fleksibul.

Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar.

Tú megnar væl at hava fleiri ymiskar uppgávur í senn.


 

Vit bjóða tær:

Góða innleiðslu og neyðuga upplæring.

Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, sum fevna um altjóða handilssambond.

Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.


 

Umsókn, løn og setan

Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldafirði.

Vit bjóða góða innleiðslu og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3. januar kl. 15.00, til Navigare Shipping, umvegis teldupost á jjo@navigare.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo.  Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit ynskja, at starvið verður sett skótast gjørligt.

 

Um Navigare Shipping:

Navigare Shipping er ein altjóða fyritøka við meira enn 200 ársverkum og virksemi í Føroyum, Norra, Skotlandi, Íslandi og Póllandi. Høvuðssætið er í Søldafirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd.