Reiðarí

Reiðarí

Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip- og leiga harafturat 2 skip. Skipini sigla mest í norðara partinum av Evropa. Vit hava umleið 195 fólk í starvi, mest føroyingar, men eisini nakrar útlendingar.

Høvuðsskrivstovan liggur í Runavík, Har í 15 fólk starvast. Logistikk deildirnar liggja í Flekkefjord, NO har í 8 fólk starvast og Glasgow, UK har starvast 2 fólk.

Vit stremba altíð eftir at hava væl virkandi og trygg skip.

Hetta ger at vit kunnu veita vøruna til kundan til avtalaðu tíð.

Okkara starvsfólk eru okkara høvuðstilfeingi, saman við okkara skipum, bygningum, v.m.
Vit miða ímóti at geva okkara starvsfólki teir bestu karmarnar, sum til ber.