Søga

Søga
Fyritøkan bleiv sett á stovn av Højgaard familjuni, og øðrum, í 1966. Fyrsta skipið kallaðist “Pilot”, og var hetta ein sokallaður sandbátur, sum grabbaði sand upp av botni.
Í byrjanini hevði fyritøkan bert sandbátar, men hava meir og meir flutt seg yvir á fraktvinnuna.
Seinastu árini er fyritøkan veruliga vaksin, og í dag eiga vit 13 skip, og leiga harafturat í løtuni 3 skip fast afturat. Skipini sigla mest í norðara partinum av Evropa. Vit hava umleið 195 fólk í starvi, mest føroyingar, men eisini nakrar útlendingar.
Høvuðsskrivstovan liggur í Søldarfirið, har í 15 fólk starvast.
Logistikk deildin í Norra, Flekkefjord, starvast 8 fólk
Logistikk deildin í Skottlandi, Glasgow, starvast 2 fólk