Kunning

Navigare keypur 2 skip afturat

Navigare keypur 2 skip frá Arklow Shipping í Írlandi

Við hesum keypinum ger Navigare sína størsta íløgu í søgu felagsins. Hetta er ein strategi í at endurnýggja flotan tey komandi árini.
Skipini fáa nøvnini Hav Brim og Hav Sund – Tað fyrra skipið verður yvurtikið í Apríl og tað seinna í Juni.

Við hesum kemur talið av skipum hjá Navigare uppá 13 skip.

Sjálvt um tey seinastu árini hava skapt eina stóra óvissu um shipping virksemi og við nýggju støðuni ímillum Ukraina og Russland fara vit inn í frammtíðina við positivum huglaði og fleiri spennandi verkætlanum.