Kunning

Hondbóltslandsliðið á vitjan

Í samband við at Navigare er stórstuðul hjá Hondboltssambandinum, var landsliðið við monnum á vitjan í dag.

Dagurin byrjaði við, at leikararnir vitjaðu í Skúlanum við Løkin og vandu í Bylgjuni. Eftir hetta løgdu teir leiðina forbí høvuðsskrivstovuna hjá Navigare í Søldarfirði, har teir fingu ein góðan bita at eta.

Álvur Højgaard stjóri í Navigare, greiddi frá søguni hjá felagnum og gongdini seinnu árini fram til í dag. Vitjanin endaði við einum góðum kaffimunni og onkrum leskiligum afturvið.

Sum ein serlig gáva til bæði vaksin og børn skrivaðu leikararnir autografar og tóku eina felags mynd til minnis um ein hendingaríkan dag.

Vit í Navigare vilja nýta høvið at ynskja bæði landsliðunum og HSF alt tað besta og bestu eydnu í komandi dystunum.