
Ert tú klár/klárur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?
Navigare Shipping sóknast eftir einum ágrýtnum og skipaðum innkeypara, sum kemur at hava ábyrgdina av øllum innkeypi og vørugoymslum hjá felagnum.
Starvið inniber millum annað
Keypa inn til skipini – í stórum og smáum
Hava ábyrgd av vørugoymslunum á landi og umborð
Tryggja, at vørur verða sendar rættstundis til skipini
Vit vænta at tú:
Hevur viðkomandi royndir ella maskinmeistaraútbúgving el.l
Hevur góðar KT førleikar
Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum
Persónligir eginleikar:
Dugir at arbeiða sjálvstøðug, men trívist eisini í toymi
Ert fyrikomandi, væl skipað/ur og feksibul
Trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar
Megnar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum í senn og loysa tær
Hevur áhuga í at menna teg sjálvan og felagið
Vit bjóða tær:
Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi við fjølbroyttum uppgávum
Gott samstarv har trivnaðurin er í hásæti
Samstarv við dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar
Góða innleiðslu
Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldarfirði.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á hesa leinkjuna.
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14. februar 2025.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anfinn Højgaard, leiðara á Teknisku deild á tlf 523033 ella við telduposti til anfinn@navigare.fo . Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vit ynskja at starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Navigare Shipping
Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip og hevur í alt meira enn 200 ársverk, har virksemið fevnir um Føroyar, Norra, Skotland, Ísland og Póland. Høvuðssætið er í Søldarfirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.