Navigatørar og Maskinmeistarar
Navigatørar og Maskinmeistarar

Navigatørar og maksinmeistarar til tvey skip
Hevur tú hug at sigla í einari 1 til 1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?
Navigare Shipping veksur um flotan við tveimum skipum, og tí søkja vit eftir:
• 4 skiparum
• 4 stýrimonnum
• 4 maskinmonnum
• kokkum/dekkarum
Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
• At gerast partur av einum reiðarríi í stórum vøkstri
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Ert stinn/ur í enskum bæði í skrift og í talu
• Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Navigatørar við Norskum ’farledsbevis’ hava ein fyrimun.
Setanartreytir
Umsóknin við CV kann sendast til jobs@navigare.fo
Um tú vilt vita meira ella hevur spurningar um størvini, kanst tú seta teg í samband við Bárð Højgaard, tlf. 523038.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Løn verður ásett eftir avtalu.
Um Navigare Shipping
Navigare Shipping varð stovnað í 1966 og fevnir í dag um 160 starvsfólk, 11 skip og trý skip í fastari sigling fyri okkum. Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava fýra deildir, sum taka sær av virkseminum, og høvuðssætið hjá okkum er í Søldarfirði.