Starv sum Maskinstjóri
Starv sum Maskinstjóri

Maskinstjóri
Starv sum maskinstjóri umborð á Hav Atlantic er leyst at søkja.
Mynstring er á leið 10 apríl.
Mynstringin er 6 vikur umborð og 6 vikur heima.
Hav Atlantic siglir fyri tað mesta í Norður Europa og hevur ein Wärtsila 8SW280 á 2400kW.
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
• Pass
• Siglingarbók
• Heilsuváttan
• Vinnubræv sum III/3 skipsmaskinmeistari á 1. Stigi
• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
• Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
• Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
• Verndartilvitan og venjing STCW A-VI/6-1-2
Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn
• Vælskipaðar mannagongdir
• Sigla í eini 1-til-1 skipan
• At gerast partur av einum reiðaríi í vøkstri
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv, har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønir.
Sum maskinstjóri vænta vit, at tú:
• Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur, at tú hevur nógvir bóltar í luftuni í senn
• Ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum
• Hevur góð samstarvsevnir
• Tryggjar maskin rakstur og viðlíkahald.
• Arbeiðir við viðlíkahaldsskipan
• At tú klárar teg munnliga og skrivliga á føroyskum, enskum og skandinaviskum.
• At tú klárar teg munnliga og skrivliga á føroyskum, enskum og skandinaviskum.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fast við at venda sær til Bárður, á tlf. 203038, ella við at senda ein teldupost til: Jobs(a)navigare.fo
Setarnartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn við CV kann sendast til
Um Navigare Shipping
Navigare Shipping varð stovnað í 1966 og fevnir í dag um áleið 200 starvsfólk, 13 skip og trý skip í fastari sigling fyri okkum. Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava fýra deildir, í 4 ymiskum londum sum taka sær av virkseminum, og høvuðssætið hjá okkum er í Søldarfirði.