Avloysari sum stýrimaður
Avloysari sum stýrimaður
Avloysari sum stýrimaður til eitt av okkara skipum at mynstra 24. septembur 2024 við møguleika at halda áfram.
Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?
Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
• At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Ert stinn/ur í enskum bæði á skrift og í talu
• Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
- • Pass
- • Siglingarbók
- • Heilsuváttan
- • Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
- • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
- • Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
- • Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
- • ISPS skeið A-VI/6-1
- • SSO STCW STCW A-VI/6
- • Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
- • GMDSS (GOC)
- • Safety and Health §16
- • ARPA – Automatic Radar Plotting
- • ECDIS – AIS
Umsókn við CV kann sendast til jobs@navigare.fo
Nærri upplýsing um starvið kann fáast við at venda sær til Jütta J. Olsen, starvsfólkaleiðara á tlf. 523016 ella við at senda ein teldupost til: jobs@navigare.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt. Løn verður ásett eftir avtalu
Stutt um Navigare Shipping
Navigare Shipping, við rakstri av 15 skipum og uml. 200 starvsfólk, er í dag eitt av størstu shipping feløgum í Føroyum, og ein týðandi aktørur innan sítt vinnuøki í altjóða høpi. Felagið hevur verið í stórum vøkstri seinnu árini, og framvegis eru nógvar spennandi verkætlanir fyri framman.
Navigare Shipping varð stovnað í 1966. Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava fimm deildir, í fimm ymiskum londum, sum taka sær av virkseminum, høvuðssætið hjá okkum er í Søldarfirði.