Starv sum stýrimaður hjá Navigare Shipping

Starv sum stýrimaður hjá Navigare Shipping

Stýrimann til eitt av okkara skipum at mynstra 15. januar 2024

 

Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?

 

 

Vit bjóða tær:

• Kappingarføra løn

• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi

• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan • At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri

• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum

 

Vit vænta, at tú:

• Ert stinn/ur í enskum bæði á skrift og í talu

• Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir

• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM

 

 

Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:

· Pass

· Siglingarbók

· Heilsuváttan

· Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate

· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

· Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4

· Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1

· ISPS skeið A-VI/6-1

· SSO STCW STCW A-VI/6

· Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2

· GMDSS (GOC)

 

Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur

 

Umsókn við CV kann sendast til jobs@navigare.fo

Umsókn við CV kann sendast til jobs@navigare.fo

Nærri upplýsing um starvið kann fáast við at venda sær til Paula Højgaard, Nautical Superintendant á tlf. 203010 ella við at senda ein teldupost til: jobs@navigare.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt

Løn verður ásett eftir avtalu

 

 

Stutt um Navigare Shipping

Navigare Shipping, við rakstri av 15 skipum og uml 200 starvsfólk, er í dag eitt av størstu shipping feløgum í Føroyum, og ein týðandi aktørur innan sítt vinnuøki í altjóða høpi. Felagið hevur verið í stórum vøkstri seinnu árini, og framvegis eru nógvar spennandi verkætlanir fyri framman. Navigare Shipping varð stovnað í 1966. Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava fýra deildir, í fýra ymiskum londum, sum taka sær av virkseminum, og høvuðssætið hjá okkum er í Søldarfirði.